VIT
Trygdartøkni er ein fyritøka við stórari fagligari vitan innan trygdarøkið.
Okkara serkunnleiki er at veita ráðgeving og heildarloysnir innan elektroniska- og mekaniska trygd, herundir sølu, uppsetan og viðlíkahald av vakmyndatólum, alarmskipanum og elektroniskum lásaskipanum.
Okkara starvsfólk hava viðkomandi útbúgvingar og drúgvar royndir innan trygdarøkið.
Vit samstarva við fremstu veitararnar á økinum innan trygd og trygdarútgerð.
ISO 9001:2015 Góðskugóðkenning frá DNV
Trygdartøkni er sum einasta trygdarfelag í Føroyum ISO 9001:2015 tryggleikasertifiserað av DNV
(Det Norske Veritas). Henda sertifisering er eitt prógv um okkara treytaleysa ágrýtni fyri at veita
tænastur av høgum kvaliteti og okkara miðvísu fokus á støðugar betringar í øllum pørtum av okkara
virksemi. ISO 9001:2015 standardurin tryggjar, at vit halda viðlíka effektivar
góðskustýringarskipanir, sum lúka kundakrav og altjóða standardir.
STARVSFÓLK
Burðardygd
Tað hevur stóran týdning fyri okkum í Trygdartøkni at vera tilvitað um samfelagsligu ábyrgdina vit hava.
Okkara grundarsteinur er at veita ráðgeving og heildarloysnir til okkara kundar og ynskja vit at vera fremsti og besti veitari á
trygdarøkinum í Føroyum. Vit hava øll ábyrgd av okkara náttúru og tí hava vit øll eina samfelagsábyrgd um einar grønar Føroyar.
Í Trygdartøkni arbeiða vit tilvitað við burðardyggum arbeiði og ynskja at vera ein viðspælari til at fremja framstig á burðardygga økinum í Føroyum. Vit arbeiða við heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning og hava valt at leggja serligan
dent á heimsmálini 7 og 12 í 2022-2023.
SAMBAND
Trygdartøkni
Tinghúsvegur 59
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Email: info@trygdartokni.fo
Phone +298 550055
V-tal 619353
Send okkum ein fyrispurning.